Skúlin við Løkin vinnari av SkúlaFM 2014

Íverksetarahúsið

j

02/03/2014

photo.php_

Fríggjadagin 28. februar var endabrakið í íverksetarakappingini í fólkaskúlanum tá ársins SkúlaFM finala og kappingin um Gullfræið fór av bakkastokki.

Í einari fullsettari Løkshøll, gjørdi ein sera væl spælandi lokalur bólkur og áskoðararnir sítt til ein sera góðan stemning. Finalistarnir vóru væl fyrireikaðir og til dystin fús og talan var um eitt satt brak av einari finalu, har tey bestu hugskotini í teimum ymisku skúlunum vórðu løgd fram.

Ársins finalu vann Skúlin við Løkin, sum sostatt gjørdist FM-vinnari í íverksetan annað árið á ráð.

Fimm skúlar og fimm verkætlanir kappaðust um FM-heitið.

Vinnararnir vórðu næmingafyritøkan Electricity Checker frá skúlanum við Løkin sum ætla at gera eina app ið gevur kundanum møguleika at skráseta øll tól í húsarhaldinum og á tann hátt síggja, hvussu nógvan streym og pengar húsarhaldið brúkar. Harafturat verður við nýggju appini møguligt at síggja hvussu nógv fer til stand-by nýtslu so samanumtikið er endamálið við appini at hjálpa fólki at spara streym við at rokna út hvussu streymnýtslan er hjá eltólum.

Næmingarnir hava verið í samband við Heina Zachariassen eigara og stovnara av heimskendu appini Vivino um møguleikar innan menning av appum. Harumframt hava tey sett seg í samband við SEV um ítøkiligt samstarv til at gjøgnumføra verkætlanina.

Um vinnarnar søgdu dómarnir m.a. at hugskotið var nýskapandi og umhvørvis vinarligt umframt at vera heimsumfatandi!

Hóast kappingin er eitt íverksetaraspæl, vístu allir luttakandi bólkarnir eitt sera høgt støði í teirra framførslum og yvirhøvur hugskot á høgum stigi.

Vinnararnir fingu eina peningagávu, ferðasteyp frá BankNordik, umframt Gullfræið sum Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri handaði næmingunum til ognar. Listamaðurin Edward Fuglø hevur sniðgivið post-modernistiska Gullfræið, sum næmingarnir í SkúlaFM næstu trý árini fara at kappast um.

Á øðrum plássi komu næmingarnir úr NámX og á triðja plássi vóru næmingarnir úr Ziskatrøð.

Í dómsnevndini sótu Jenny Lydersen frá Mentamálaráðnum, Jónhild Rasmussen frá Føroya Tele og Óla Kristian á Torkilsheyggi fyri Íverkssetarahúsið.

Hjartaliga tillukku Rógvi Langgard, Betuel Reinert Hansen, Elsa Skoubo Jacobsen og Bárður Johannesen og Skúlin við Løkin.

Ásbjørn Berthelsen er lærari í íverksetarabreytini í Skúlanum við Løkin.