Joan Petri Olsen fekk Megnarprísin 2014.

Íverksetarahúsið

j

21/02/2014

joan_petri_olsen

Í dag bleiv íverksetin Joan Petri Olsen heiðrað við Megnarprísinum, ið verður latin eini kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti..

Tað var í samband við íverksetaratiltakið ‘Kvinnur Megna!’, ið Íverksetarhúsið og Kvinna stóðu fyri, at Joan Petri Olsen, ið er stovnari og eigari av Petri Tannklinikk í Tórshavn, bleiv heiðrað. Joan Petri fegnaðist yvir hendan heiður og takkaði millum annað manni sínum og hennara starvsfólkum fyri dyggan stuðul.

Í fullsetta Öström, við fleiri enn 150 luttakarum, byrjaði ársins kvinnudagur við eini heilsan frá Sóley Heradóttir úr Íverksetarahúsinum, meðan Siri Sørensen blaðstjóri á Kvinnu bjóðaði vælkomin.

Serligt fokus varð sett á kvinnuligar virkiseigarar, og seks spennandi vinnulívskvinnur úr Føroyum søgdu frá teirra royndum á íverksetaraøkinum.

Fyrst á skránni var Jutta Helgadóttir, stovnari og eigari av ‘Hoyrnin’, og síðani komu Jórun Larsen Mørkøre, stovnari og eigari av ‘Bakaríið hjá Jórun’, Katrina í Geil, stovnari og eigari av Sýran v.m., Elisabeth Nybo, stovnari og eigari av ‘Matstovan hjá Elisabeth’ á Viðareiði, Lena L. Mohr, ein av stovnarunum og eigarunum á ‘Kvinna’ og til seinast Sunneva Háberg Eysturstein stovnari og eigari á ‘Sirkus Föroyar’.

Seks sterkar søgur um seks spennandi íverksetanir við kvinnum við róðrið.

Eftir netverksstøðgin við kaffi, te og køkum, var pallurin til reiðar til key-note talaran Margrete Bak, ið ráðgevur, undirvísir og granskar í íverksetan, sum á ein lætt fatiligan og beinleiðis hátt lýsti týdningarmikla ‘leiðsluna’ , sum er partur av eini og hvørjari íverksetan.

Margrete leveraði fleiri supergóð poeng, sum kunnu inspirera allar leiðarar.

Hæddarpunktið var tó tá avdúkingin av Megnarkvinnuni var á skránni. Hetta er annað árið á ráð at Kvinna og Íverksetarahúsið lata eina viðurkennning til eina kvinnu sum hevur klárað seg væl sum íverkseti. Um megnarkvinnuna segði Siri, blaðstjórði á Kvinnu, m.a:

Lýst var eftir tilnevningum og komu fleiri sera góð boð uppá kvinnur ið hava uppiborið henda heiður. Nevndin hevur valt ímillum tey innsendu uppskotini og er komin til eina avgerð.

Viðkomandi fær, út yvir heiðurin, eitt árshald av Kvinnu, skreytblað og eina heiðursløn sum Guðrið Poulsen, Leirlist, hevur gjørt. Heiðurslønin avmyndar ein húsaskulptur. Húsið er eitt symbol uppá hin einstaka, og konstruktiónin, er ímyndin av tí vit royna at byggja upp, konstruera í yvirførdum týdningi. Húsið sær kanska skroypiligt út, men.. tað heldur! Konstruktiónin strembar upp eftir, er í ger og kann vaksa til allar síðir.

Megnarkvinnan 2014 er ein fyrimynd og ein vegvísari fyri aðrar kvinnuligar íverksetarar.

Megnarkvinnan hevur útyvir at seta á stovn egna fyritøku sum í dag hevur 10 starvsfólk, kunnað víst á góð úrslit á hvørjum ári samstundis sum stórar íløgur loypandi eru og verða gjørdar!

Harumframt hevur hon uppá stutta tíð, syrgt fyri at ikki bara hennara fyritøka men øll vinnugreinin hon er í, er vorðin munandi meira sjónlig og nærverandi í samfelagnum. Hon hevur víst nýhugsan innan økið hon starvast í, við betri og lættari atkomuligari tænastu og hevur eisini á tann hátt verið ein íblástur.

Alt hetta hevur hon megnað við fýra børnum harav 3 komu til verðina áðrenn loknan lestur.

Nevndin hevur einmælt samtykt at Megnarprísurin 2014 skal fara til Joan Petri Olsen.’

Myndatekstur: Frá vinstru Sóley Heradóttir Hammer, Íverksetarahúsið, Joan Petri Olsen, Petri Tannklinikk og Siri Sørensen, Kvinna.

X