Í sambandi við íverksetaravikuna fara Íverksetarahúsið og Vinnuframi á ferð runt landið við pop-up ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar.
Her verður møguligt hjá øllum áhugaðum at koma á staðið og fáa ókeypis ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar fyri íverksetarar.
Hugsar tú um at gerast sjálvstøðugur, ella hevur tú egna fyritøku, og hevur brúk fyri at fáa greiðu á ymiskum viðurskiftum, so kanst tú á Pop-up ráðgeving hjá Íverksetarahúsinum og Vinnuframa fáa svar uppá flestu spurningar í hesum sambandi.
Her verður møguligt hjá øllum áhugaðum at koma á staðið og fáa ókeypis ráðgeving og kunning um stuðulsmøguleikar fyri íverksetarar. Seinasti stýrisfundur – og tískil seinasta freist at søkja um stuðul í ár – verður 14. des og umsóknir skulu vera Vinnuframa í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn stýrisfund, tvs 7. des.
Tað er ikki er neyðugt at boða frá luttøku áðrenn. Vit gleða okkum at síggja teg.
Skrá Pop-up ráðgeving:
Sandoy
Týsdagin 29. nov 15:00 – 17:00
Kommunuskrivstovan, Mørkin Mikla 3, Sandur
Sundalagið
Mikudagin 30. nov 15:00 til 17:00
Kommunuskrivstovan, Oyrarbakkavegur 3, Oyrabakki
Vágar
Hósdag 1. des 15:00 – 17:00
Vága kommuna, Hammershaimbsvegur 1, Sandavágur
Eysturoy
Fríggjadag 2. des 15:00 -17:00
Bókasavnið við Løkin, Rókavegur 1, Runavík
Suðuroy
Mánadagin 5. des 15:00 – 17:00:
Fjarlestrardepilin, Vágsvegur 22, Vágur
Við hesum tiltakinum vilja Íverksetarahúsið og Vinnuframi geva íverksetarum og vinnurekandi, sum sita runt umkring í landinum, møguleika til andlit-til-andlit ráðgeving á staðum. Eisini er tiltakið eitt gott høvi at fáa fatur á møguligum íverksetarum, sum í gerandisdegnum ikki hava lætta atgongd til ókeyis ráðgeving og sparring.
Melda til okkara tíðindabræv
Kom á okkara tíðindabrævslista. Tú fart altíð tey nýggjastu tíðindi beint í boðklivan
