Íverksetarahúsið 10 ár!

Íverksetarahúsið

j

01/02/2017

Í januar mánað í ár vóru 10 ár síðani Íverksetarahúsið varð sett á stovn og hetta fara vit at seta fokus á við tiltaki og kjakfundi um íverksetan og innovatión

Fríggjadagin 17. februar frá kl 13:00 til 15:30 verður tiltak í Íverksetarahúsinum har íverksetan og innovatión í Føroyum verður sett í brennidepilin. Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis styðja upp undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.

Á tiltakinum fríggjadagin verður fokus sett á íverksetaramentanina í Føroyum og kjakað verður um týdningin at stuðla nýggjum vinnufremjandi hugskotum. Hava vit í Føroyum eitt umhvørvið sum virðir tey sum tora at satsa og seta nýtt virksemi í gongd? Hava nýggjar vinnur bestu umstøður at spretta soleiðis, at nýggj arbeiðspláss verða skapt? Er íverksetaramentanin í landinum nóg sterk, og hvussu sær fullkomna framtíðarsamfelagið út við atliti til íverksetan og innovatión?

Tiltakið verður skipað við stuttum fyrilestrum og kjaki við luttøku av vinnulívsfólkum, lands- og kommunupolitikarum, og endað verður við lítlari reseptión.

Skráin:

  • Kl. 13.00 Íverksetarahúsið bjóðar vælkomin
  • Kl. 13.10 Poul Michelsen, landsstýrismaður setir dagin
  • Kl. 13.20 Jógvan við Keldu, samskipari í Vinnulívsráðnum í Klaksvík – Upprunin og tankar aftanfyri Íverksetarahúsið
  • Kl. 13.35 Jógvan Skorheim, borgarstjóri – Hvat fær ein býur sum Klaksvík burturúr at hava fokus á íverksetan?
  • Kl. 13.45 Jutta Helgadóttir, Hoyrnin – Ein íverksetarasøga
  • Kl. 14.05 Bjartur Nolsøe, stjóri – Íverksetarahúsið í dag
  • Kl. 14.20 Kjak um íverksetaramentan og týdningin av íverksetan í Føroyum. Í panelinum sita: Jan Ziskasen, Regin W. Dalsgaard og Árni Skaale
  • Kl. 14.45 Receptión og netverk
  • Kl. 15.30 Liðugt

Tiltakið, sum verður í Íverksetarahúsinum, Garðavegur 57, er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Sjónband: Ísak Laksáfoss
Tónleikur: HOME – Resonance