Verkstova við miðnámsskúlanæmingum

Íverksetarahúsið

j

09/02/2017

Næmingar á Miðnámi á Kambsdali vóru í vikuni á verkstovu hjá Íverksetarahúsinum, har teir fóru ígjøgnum eina prosess at menna eitt rátt hugskot til eina lidna vøru, sum kundar eru sinnaðir at gjalda fyri.

Somuleiðs skuldu næmingarnir í trimum umførum leggja fram fyri hvørjum øðrum so hvørt sum hugskotini mentust áðrenn endaligu framløguna fyri einum dómspaneli.

Sí filmsbrot av evnaríku og eldhugaðu næmingunum, sum okkara starvsnæmingur Ísak Laksáfoss hevur framleitt.

Tónleikur: HOME – New Machine