Íverksetarahúsið á vitjan í Suðuroy

Íverksetarahúsið

j

20/10/2026

Hevur tú eina verkætlan, sum tørvar fígging? Hópfígging kann vera ein møguleiki.

Hósdagin 12. november kl. 19.00 verður eitt ókeypis tiltak á Café Tvørá. Íverksetarahúsið greiðir frá, hvussu Hópfígging kann hjálpa tær at fáa fígging til eitt hugskot ella eina verkætlan. Eisini verður greitt frá, hvussu Íverksetarahúsið kann stuðla tær, um tú hevur eitt hugskot, ætlar tær í gongd ella longu ert íverksetari.

Harumframt verður kunnað um nýggja samstarvið millum Íverksetarahúsið og SALT, sum millum annað inniber at Íverksetarahúsið fer at koma regluliga til Suðuroyar næstu tíðina.

Meira verður at frætta um hetta seinni.

Øll eru vælkomin.

Eingin tilmelding er neyðug.