Matvitin arbeiðir við at skapa ein køk í Hoydølum, har mat, vitan og fólk kunnu savnast.
Verkætlanin hevur til endamáls at menna føðsluríkar máltíðir til stovnar og nýggjar vørur úr føroyskum rávørum.
Eisini verður dentur lagdur á undirvísing og praktiskar matupplivingar.
Aftan fyri verkætlanina standa Joan Sørensen og Poul Andrias Ziska.
Tey vilja skapa eitt stað, har fólk kunnu hittast um góðan mat, læra meira um mat og síggja, hvussu føroyskar rávørur kunnu brúkast á nýggjar og spennandi hættir.
Les meira um verkætlanina og stuðla her:
https://www.hopfigging.fo/project/view/204
