Íverksetarahúsið og Mandag Morgen

Íverksetarahúsið

j

19/12/2013

Íverksetarahúsið boðið við til ráðstevnu hjá Mandag Morgen!

Tað er í samband við eina spennandi ráðstevnu um innovatión og íverksetan í fólkaskúlanum, sum verður hildin í Keypmannahavn fríggjadagin í hesu vikuni.

Saman við Norðurlendska Ráðharraráðinum arbeiðir Mandag Morgen við at kortleggja hvussu arbeitt verður við íverksetan í teimum norðurlendsku fólkaskúlunum. Íverksetarahúsið er í tí sambandi boðið við til at leggja fram sínar royndir og hugleiðingar um evnið. Orsøkin til tað er, at Íverksetarahúsið síðani 2010 hevur skipað fyri íverksetarakappingini SkúlaFM millum fólkaskúlar við framhaldsdeild.

Higartil hevur tað hylnast so mikið væl, at síðani byrjan hava heili fýra skúlar sett íverksetarabreytir á stovn. Hesir skúlarnir, umframt aðrir skúlar, sum brúka verkætlannarvikur o.a. til frálæru í íverksetan, kappast á hvørjum ári um SkúlaFM. Seinastu trý árini hevur Norðurlandahúsið verið karmur um sjálva finaluna, har tey bestu hugskotini í teimum ymisku skúlunum verða løgd fram á eini stórari finalu fyri áleið 400 áskoðarum. Fjórða SkúlaFM finalan verður í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 28. Februar 2014, og tiltakið er ókeypis og alment.

Ráðstevnan verður hildin á Frederiksberg Ny Skole í Keypmannahavn fríggjadagin 22. Nov.