Næmingar í SkúlaFM fáa íblastur frá áhugaverdum fyritøkum

Íverksetarahúsið

j

17/12/2013

img_2213

Seinastu vikurnar hava næmingar frá seks fólkaskúlum luttikið á Innovation Camp í Spaniastovu í Klaksvík. Harumframt hava næmingarnir í september verið ígjøgnum ein Startup Camp, sum var fyrsta liðið í íverksetarakappingini, Gullfræið, millum næmingar í 9. og 10. flokki.

Á Startup Camp fóru næmingarnir ígjøgnum grundleggjandi venjingar, har teir lærdu at framleiða og menna nýggj hugskot. Næmingar fingu eina avbjóðing at stovna fyritøkur ið høvdu til endamáls at fáa ferðafólk at leggja fleiri pengar eftir sær í landinum. Arbeitt varð við Biz Model Canvas sum fakligum grundarlag, og megnaðu næmingarnir at koma við fleiri áhugaverdum og kreativum hugskotum til nýggjar ferðavinnu fyritøkur.

Á Innovation Camp var serlig áhersla løgd á innovation og leiðslu. Eftir ein kveikjandi fyrilestur frá Íverksetarahúsinum, vóru næmingarnir býttir í bólkar og fingu til uppgávu at vitja eina fyritøku og at seta spurningar, sum næmingar sjálvir høvdu evnað, um innovation og leiðslu í viðkomandi fyritøku.

Fyritøkurnar sum næmingar vitjaðu, vóru MP teknik, Gamla Seglhúsið, Look North og Edward Fugloy. Fyritøkur sum allar á hvør sín hátt eru serstakliga áhugaverdar.

Eftir virkisvitjanirnar løgdu næmingarnir fram fyri hvørjum øðrum um sína vitjan, og vóru hesar framløgur framúr góðar og hugvekjandi.

Í ár luttaka skúlin við Ósanna, Ziskatrøð, Skúlin við Løkin, Felagsskúlin á Oyrabakka, NámX og Kommunuskúlin í SkúlaFM.

Næsta stig í SkúlaFM verður Søla og Performance í januar við Páll Danielsen sjónleikara og endabrakið verður finalan, sum veður hildin seinast í februar 2014.