Fjarnám – ein spennandi nýggjur stovnur í Klaksvík

Íverksetarahúsið

j

10/12/2013

FjarnámGongdin í samfelagnum tey seinastu árini hevur verið merkt av, at fólk flyta úr útjaðaranum og Føroyum sum heild, í styttri og longri tíðarskeið fyri at útbúgva og førleikamenna seg. Nógv fokus hevur í seinastuni verið á fólkafráflyting og EXIT Føroyar/ Klaksvík. Hetta fer Klaksvíkar kommuna og Íverksetarahúsið nú at gera nakað við!

Tað er ein sannroynd at nógvir norðoyingar longu eru undir fjarlestri og væntandi eru fleiri ið kundu hugsað sær hendan lestarháttin at útbúgva og føleikamenna seg. Men fjarlestur kann vera ógvuliga einsligt. Sum fjarlestrar lesandi er tú ikki partur av einari fysiskari undirvísing á einum skúla og møtir kanska ongantíð øðrum floksfeløgum ella lærarum andlits til andlits, og setur ei heldur fótin inn í skúlan ella á eitt ‘campus’ eins og tann vanligi lesandi. Hetta er ofta møtimikið og fráfallið er ofta stórt. Ein annar trupulleiki ið ofta stingur seg upp er, at finna tí røttu útbúgvingina, skeiðið, skúlan o.o. praktisk viðurskifti. Á internetinum eru óendaligir møguleikar, men tað kann ofta vera trupult at síggja skógin fyri berum trøum.

Uppgávan hjá Fjarnám verður at skapa eitt umhvørvið fyri tann lesandi, ráðgeva um útbúgvingarmøguleikar, finna teir røttu og viðurkendu skúlarnar, samskipa felags skeiðir í

t.d. uppgávu/prosjekt skriving, vísindaástøði, keldutilvísing o.s.v. Harumframt er ætlanin at skipa fyri kveikjandi fyrilestrum og temakvøldum/døgum fyri at stimbra áhugan hjá enn fleiri at fara undir fjarlestur.

Afturat hesum skal eitt netverk skapast ímillum lesandi uttanlands, Klaksvíkar kommunu, Íverksetarahúsið og vinnulívið. Hetta skal gerast við at skráseta flest møguligar norðoyingar ið lesa uttanlands, hvat tað er tey lesa, teirra førleikar og harvið skapa eitt bindilið til vinnulívið, soleiðis at tey kunnu gera brúk av hvørjum øðrum.

Umhvørvið í Íverksetarahúsinum er, umframt fyri íverksetarar, sera væl egnað til endamálið. Vit hava longu, í longri tíð, havt royndir av at føroysk lesandi uttanlands koma heim og lána høli frá Íverksetarahúsinum til at gera skúlating og skriva uppgávur í í ferium og í longri tíðarskeið. Íverksetarahúsið hýsir eisini javnan íverksetum, og tað skapar eitt sera gott og kreativt umhvørvi, har møguleiki er fyri sparring ímillum tann lesandi og íverksetan.

Mikudagin 8. januar 2014 verður opið hús í Íverksetarahúsinum, har øll, ið hava áhuga í at vita meira um fjarlestur, eru vælkomin at koma inn á gólvið hjá Fjarnám. Fólk eru eisini vælkomin at senda okkum teldupost á [email protected] ella við at ringja 459700.