Væleydnað Startup Sandoy

Íverksetarahúsið

j

29/10/2013

1395233_695924233772579_1926955169_n

Um metast skal út frá hugskotsríkidøminum sum kom fram á Startup Sandoy, ið varð hildið í Deplinum í Skálavík um vikuskiftið, sær framtíðin bjørt út fyri Sandoynna.

Nógv fólk hevði leitað sær eystur á Deplin fríggjakvøldið. Evnaríki filmsframleiðarin og sandoyingurin, Sakaris Stórá hevði eina sera áhugaverda og spennandi framløgu, har hann eisini setti luttakarunum nakrar avbjóðandi spurningar. Sakaris Stórá staðfesti við sjey tumma seymi at tað ber til – eisini á Sandoynni!

Tað streymaðu nógv góð hugskot upp á veggin. Av teimum umleið 30 hugskotunum vórðu fýra hugskot vald út av luttakarunum at arbeiða víðari við. Tey fýra hugskotini vóru ógvuliga ymisk, alt frá eini app við føroyskum barnasøgum, framleiðsla av føroyskum grønmeti, ferðavinnupakkar og skeiðsvirksemi til ferðafólk á Sandoynni, og at enda eina trygdarskipan til eldri fólk.

Vinnarin av Startup Sandoy gjørdist trygdarskipanin til eldri fólk. Henda skipan ger tað møguligt hjá eldri fólki at búgva í egnum heimi sum longst, og verða fleiri túsund krónur spardar mánaðarliga á eldra økinum.

Startup vikuskiftið er eitt konsept, har endamálið stutt og greitt er at fáa flutt tað hugskotsríkidømi, sum finst í lokal økinum, nærri eini kommersiellari realisering. At vísa, at tað ber til, og at fáa fleiri at taka stigið. At geva luttakarunum áræði og eitt netverk til at føra teirra hugskot út í veruleikan.

Heilt sentralt í konseptinum eru íverksetarar, sum hava royndir við fyritøkum, og sum virka sum mentorar hjá luttakarunum á Startup. Higartil hava Ólavur Ellefsen, Regin W. Dalsgaard, Niklái Nysted, Jutta Helgadóttir og Íverksetarahúsið virkað sum mentorar.

Tað var eitt panel við trimum dómarum, Joel undir Leitinum, Eyðvør Dam og Jan Mortensen, øll ættað av Sandoynni, ið mettu um hugskotini og valdu vinnandi bólkin. Vinnarnir fingu hvør sín ferðaseðil frá Atlantic Airways.