Kaospiloturin Uffe Elbæk á Ársins Íverksetaradag

Íverksetarahúsið

j

20/03/2014

558995_772644972767171_448652189_n

Hann stovnaði Frontløberne og Kaospiloterne, var metanmálaráharri eina tíð og hevur síðani stovnað nýggja íverksetaraflokkin Alternativet.

Harumframt hevur hann verið direktørur fyri altjóða ítróttar- og mannarættindatiltakinum World Outgames 2009 og direktørur á ráðgevarafyritøkuni Change the Game.

Uffe Elbæk er sosialnámsfrøðingur, íverkseti og politikari.

Sum rithøvundur hevur hann skrivað fleiri bøkur og hevur verið fastur klummuskribentur á Weekendavisen, Berlinske Tidende og Jyllandsposten. Seinasta bókin í røðini hjá Uffe Elbæk er Ledelse på kanten og derudover.

Í september 2013 setti Uffe Elbæk á stovn íverksetaraflokkin Alternativet, hvørs høvuðs boðskapur er íverksetan, dirvi og humør. Stutt og greitt.

Tí er tað okkum ein gleði at bjóða øllum føroyingum við áhuga fyri íverksetan, at hoyra henda sannførandi talsmannin fyri íverksetan live!

Komið á Ársins Íverksetaradag í Fabrikkini hjá Öström fríggjadagin 28. mars kl. 13:00 til eina spennandi og fjølbroytta skrá við Uffe Elbæk sum høvuðstalara. Tiltakið er alment og ókeypis.