Framtíðartorgið

Íverksetarahúsið

j

24/03/2014

1025799_566882980016665_1041443597_o

Hugskotsríkidømið í Føroyum er sera stórt og á Ársins Íverksetaradegi verða fimm nýggj hugskot presenteraði á Framtíðartorginum.

Nordian Design er ein fyritøka við tveimum ungum monnum, Filip og Brandi, sum fáast við at sniðgeva og menna brúkslutir. Fyrsta vørðan hjá Nordian Design er ein lýsingarlutur nevndur Fold-it sum m.a. kann nýtast sum faldari, taska ella gávukort. Hugskotið er føroyskt, einfalt og hent, og kann støðugt mennast og sniðgevast eftir kundans tørvi. Nordian Design hevur fingið pantent uppá konsepti Fold-it, so talan er um eina heilt nýggja vøru.

Til Startup Suðuroy, sum Íverksetarahúsið skipaði fyri í september 2013, stóð bólkurin Sappin Suðuroy eftir sum vinnari. Anna Djurhuus, ein av vinnarinum valdi at fara víðari við hugskotinum sum er ein interaktiv ferðavinnu app.

DropBucket er ein skrellispann sum hevur verið nógv frammi seinastu tíðina. Tað er Heiða, sum saman við floksfeløgum á DTU ið hevur innoverað eina einnýtis skrellispann. Fyri eini viku síðan fekk DropBucket ein investor sum trýr somikið uppá hugskotið at teir settu 1 millión krónir í fyritøkuna. Investorurin er íleggjingarfelagið Royndin. Hetta ger at DropBucket kann víðka um sína framleiðslu av skrellispannini, samstundis sum farast kann undir at menna fleiri nýggj hugskot.

Youly er ein føroysk KT fyritøka manna við fýra ungum monnum, Ian, Hanus, Tummas og Anfinn. Hugskotið hjá Youly er at framleiða eina app sum skal hjálpa fólki við ovurviðkvæmi. Appin ger, at tey við at skanna matvørur við telefonini tá tey eru til handils, og appin boðar so frá um persónurin tolir vøruna ella ikki. Um persónurin ikki tolir vøruna so vísir appin á alternativar vørur.

Í januar 2014 skipaði Íverksetarahúsið fyri einum Startup Tórshavn, har temaið var list og kreativar vinnur. Vinnandi bólkurin var GAS (Green Animation Studios). GAS framleiðir fyrsta føroyska animatións filmin sum brúkar føroyskar sagnir, tónleik og list sum bakgrund í filminum. Handan GAS verkætlanina eru fólkini Elin, Hans Kristian og Magnus.

Hesar eru allar nýggjar íverksetarafyritøkur ið boða frá einari bjartari framtíð innan føroyska íverksetan.

Framtíðartorgið er skipað á tann hátt at áhoyrarnir til Ársins Íverksetaradag velja sær trý ymisk íverksetarahugskot at lurta eftir.

Ársins Íverksetaradagur verður í Fabrikkini hjá Öström fríggjadagin 28. mars kl. 13.