Nordian Design á Framtíðartorginum

Íverksetarahúsið

j

24/03/2014

_rac3149_0

Hugskotsríkidømið í Føroyum er sera stórt og á Ársins Íverksetaradegi verða fimm nýggj hugskot løgd fram á Framtíðartorginum.

Hoyrið fimm nýggjar íverksetarafyritøkur, ið allar boða frá einari bjartari framtíð innan føroyska íverksetan.

M.a fer Brandur Sjúrðarson at greiða frá um fyritøkuna Nordian Design.

Nordian Design er ein spennandi nýggj føroysk fyritøka, ið fæst við at sniðgeva og menna brúkslutir. Persónarnir handan Nordian Design eru Filip Nattestad Jacobsen og Brandur Sjúrðarson.

Filip er 26 ár og er snikkaralærligur, meðan Brandur er 25 ár og er bankamaður. Teir hava báðir leingi haft áhuga fyri íverksetan og stovnaðu í 2012 egið virkið, har tilgongdin higartil hevur verið sera mennandi og spennandi!

Fyrsta vøran hjá Nordian Design verður kallað “Fold-it”, og er ein hentur lýsingarlutur, ið m.a. kann nýtast sum ein faldari, taska ella gávukort. Hugskotið er føroyskt, einfalt og hent, og kann støðugt mennast og sniðgevast eftir kundans tørvi. Filip og Brandur hava fingið einkarrætt uppá konseptið “Fold-it”, so talan er um eina heilt nýggja vøru.

Nordian Design, sum fyri kortum hevur fingið eina kollektión av ‘Fold-it’ til Føroyar, er farin í holt við søluna, og higartil hevur áhugin verið sera stórur.

Hoyri meira um Nordian Design fríggjadagin 28. mars kl 13:00 í Østrøm!