Youly á Framtíðartorginum

Íverksetarahúsið

j

25/03/2014

1979145_774963655868636_1720213583_o

Framtíðartorg á Ársins Íverksetaradegi!

Hugskotsríkidømið í Føroyum er sera stórt og á Ársins Íverksetaradegi verða fimm nýggj hugskot løgd fram á Framtíðartorginum.

Hoyrið fimm nýggjar íverksetarafyritøkur, ið allar boða frá einari bjartari framtíð innan føroyska íverksetan.

M.a fara Tummas Jóhan Sigvardsen og Hanus á Bøgarði at greiða frá um spennandi fyritøkuna Youly.

Youly er ein nýggj innovativ tøknifrøðilig fyritøka, har tilgongdin seinastu 5 mánaðirnir hevur verið at ment eina app, til fólk við ávísum mat tørvum. T.d, diabetikar, fólk við ovurviðkvæmi og fleiri.

Appin riggar á tann hátt, at brúkarin skannar strikukotuna á eini matvøru, og fær at vita beinavegin um hann tolur vøruna ella ikki. Eisini verður møguligt hjá brúkarunum, at leita vørur fram á appini, tilrættaleggja innkeypslista, gera kostætlan o.s.fr. Umframt hetta, fer appin at hava hópin av øðrum hentleikum, ið fer at gera Youly til nakað heilt serstakt, og á tann hátt víðkað um málbólkin.

Youly appin verður í fyrstu atløgu tøk á føroyska og danska marknaðinum, og eftirfylgjandi á evropeiska marknaðinum.

Hoyri meira um Youly fríggjadagin 28. mars kl 13:00 í Østrøm!