Dropbucket á Framtíðartorginum

Íverksetarahúsið

j

28/03/2014

131302_676914799006856_1249996426_o

Hugskotsríkidømið í Føroyum er sera stórt og á Ársins Íverksetaradegi verða seks nýggj hugskot løgd fram á Framtíðartorginum.

Hoyrið seks nýggjar íverksetarafyritøkur, ið allar boða frá einari bjartari framtíð innan føroyska íverksetan.

M.a fer Heiða at greiða frá um Dropbucket, ið er ein spennandi fyritøkuna sum byrjaði sum eitt skúlaprojekt.

Dropbucket er ein sera einføld uppfinning, sum loysir ein stóran trupulleika við ruski. Heiða G. Nolsøe og Maria S. Berggren, ið báðar lesa á Danmarks Tekniske Universitet, hava stovnað DropBucket. Tær hava fingið hugskotið at framleiða eina ruskspann úr 3. generatiónspappi, ið ikki kann endurnýtast meira. Einki stativ og eingir posar skulu brúkast í sambandi við ruskspannina, sum verður tveitt burtur eftir brúk.

Ruskspannin er nógv brúkt á festivalum og øðrum stórum tiltøkum. Á Roskildefestivalinum í fjør blivu 400 ruskspannir frá DropBucket brúktar.

Dropbucket hevur vunnið virðislønir fyri hugskotsmenning, og stovnararnir hava søkt um patent uppá ruskspannina. Harumframt hevur Royndin, ið er dótturfelag hjá Lív, sett eina millión krónur í felagið.

Hoyri meira um Dropbucket fríggjadagin 28. mars kl 13:00 í Østrøm!