DipFish vunnu European Business Game

Íverksetarahúsið

j

29/03/2014

1890603_777362048962130_1553693648_o

Næmingar úr Tekniska Skúla í Klaksvík vunnu føroysku undankappingina í European Business Game sum Íverksetarahúsið skipaði fyri.

Kappingin varð hildin í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna mikudagin 26. mars. Sjey bólkar úr Fiskivinnuskúlanum og Tekniska Skúla í Klaksvík luttóku.

Vinnandi verkætlanin snúði seg um at gera dressing úr livralýsi við sunnum omega 3 feittsýrum og á tann hátt gera dressingin til eina heilsubetri vøru enn tann vanligi dressingurin.

Teir tríggir næmingarnir í DipFish, Hávarður Vinjardsson Guttesen, Tummas Vang Magnussen og Baldur Meitil hava gjørt royndir og funnið fram til ein vælsmakkandi dressing, sum hóskar væl afturvið fiski.

Umframt steyp hava næmingarnir vunnið sær rætt at umboða Føroyar í altjóða finaluni í European Business Game, sum í ár verður í Umbria í Italia.

Í dómsnevndini sótu Carl Herup Olsen fyri Vinnuhúsið, Óla Kristian á Torkilsheyggi eigari og stovnari av Navia og Sóley Heradóttir Hammer fyri Íverksetarahúsið.