Mikkalina Norðberg Ársins Íverkseti

Íverksetarahúsið

j

29/03/2014

felagsmynd

Boðskapurin á Ársins Íverksetaradegi var greiður. Vit mugu hava fleiri íløgur í íverksetan, meiri innovatión og fleiri hugskot í spæl.

Tí vórðu tríggir íverksetaraprísir latnir í dag, sum hava avgerandi týdning fyri íverksetanina í Føroyum.

Tann fyrsti prísurin, innovatiónsprísurin, fór til Dreymagávur hjá SMS. Hendan innovatión hevur ført við sær, at fleiri ferðavinnusmiðir longu í desember mánaða hava selt munandi meiri til komandi sesong enn vanligt.

Næsti prísurin, íleggjaraprísurin, fór til eina íløgu sum P/F Royndin herfyri gjørdi í nýggju fyritøkuna Dropbucket. Felagið, sum Heiða Nolsøe stendur á odda fyri, framleiðir eitt nýtt konsept av ruskíløtum, sum longu hevur skapt áhuga hjá stórum aktørum sum Roskilde Festivalinum.

Triði prísurin fór til ársins íverkseta, sum í ár gjørdist Mikkalina Norðberg.

Tað var løgmaður sum handaði stóra heiðurin til kreativa glasmeistaran, sum hevur megnað at lyfta sína list uppá eitt støði, sum hevur víst at kreativ list kann og skal verða ein vinnuvegur.

Við nýggju heiðursprísunum verður fokus sett tann týdning, sum íløgur í íverkstarar hava fyri samfelagið, og at innovativt arbeiði kann geva stórt avkast.

X