Kappingin um Gullfræðið

Íverksetarahúsið

j

20/08/2014

mynd_gullegg

Higartil hevur tað verið ein kampur í millum Tórshavn og Runavík!

Síðani SkúlaFM byrjaði í 2011 er Gullfræið farið til hesar býir. Men hvussu verður í ár? Øll árini hevur kappingin verið jøvn og hørð.

Í morgin verður fimta útgávan av SkúlaFM skotin í gongd í Blásastovu í Norðagøtu.

Tá fara lærarar úr átta fólkaskúlum og Íverksetarahúsið at leggja nýggjar og innovativar karmar um stóru íverksetarakappingina, sum einir 600 næmingar væntandi fara at luttaka í í ár.

Síðani 2011 hava Íverksetarahúsið, skúlarnir og MMR skipað so fyri, at næstan annarhvør næmingur úr 9. og 10. flokki í Føroyum fær frálæru í entreprenørskapi og íverksetan. Hetta tal er munandi hægri tal enn í okkara grannalondum!

SkúlaFM endar við einum finalubrakið seinasta vikuskifti í februar í 2015, tá Gullfræið enn einaferð skal gevast til ein vinnara. So er spurningurin um Klaksvík, Fuglafjørður, Vestmanna og aðrar vinnukommunur fara beinleiðis eftir gullinum.

Hetta kemur íverksetarainnsatsurin hjá 600 skúlanæmingum at gera av!

X