Spennandi framsýning á Startup Klaksvík

Íverksetarahúsið

j

25/08/2014

mynd_fosaa

Á Startup Klaksvík, sum verður nú um vikuskiftið á Sjónám, verður fokus sett á maretimu vinnuna og hvussu vit kunnu menna nýggj hugskot í samband við maretima havumhvørvið og okkara maretimu høvuðsvinnu.

Í tí sambandi verður ein spennandi framsýning har listakvinnurnar Laila av Reyni, Malan Fosaa og Anne Marie Gøricke sýna fram lutir tær hava evnað til úr tilfeingi úr havinum.

Laila av Reyni, sum m.a. er kend fyri hennara vøkru og hugtakandi kjólar, hevur sniðgivið ein forvitnisligan kjóla úr fiskaskræðu, júst til hetta høvið; meðan Malan Fosaa hevur eitt breitt úrval av lutum hon hevur sniðgivið úr laksi, steinbíti, toski, kongafiski og kópi.

Anne Marie Gøricke, ið er serkøn í at gera list úr fiskabeinum, fer eisini at sýna fram sermerktar prýðislutir úr fiskabeinum.

Framsýningin er ætlað at geva íblástur og vísa á mongu møguleikarnar við avskurði av fiski, sum verður eitt av mongu maretimu evninum um vikuskiftið.

Kom við á Startup Klaksvík og fá nýggj hugskot hvussu vit kunnu skapa fleiri nýggjar spennandi íverksetarafyritøkur.

Tiltakið og framsýningin er ókeypis.