Vikuskiftið 26. til 28. september verður bókasavnið við Løkin karmur um Startup Skálafjørðin sum er tiltak hjá Íverksetarahúsinum. Tiltakið er ætlað øllum teimum sum hava áhuga fyri íverksetan, teimum sum ynskja at fáa nøkur amboð hvussu arbeitt verður við einum hugskoti, men sanniliga eisini teimum ið longu hava eina fyritøku sum ynskja menning og vøkstur.
Tiltakið er ókeypis fyri tey sum luttaka, og Íverksetarahúsið bjóðar morgunmat, frokost og kaffi báðar skeiðsdagarnar.
Startup Skálafjørðin byrjar kl. 17 fríggjakvøldið 26. september við stuttum fyrilestrum um íverksetan og hugskotsmenning.
Leygardagin og sunnudagin arbeiða luttakarnir við hugskotum, og seinnapartin sunnudagin verða hugskotini løgd fram fyri einum paneli av dómarum sum velja besta hugskotið. Vinnuframi letur ein ráðgevingarpakka til eitt virði á kr. 50.000,- til vinnandi hugskotið.
Startup vikuskiftini hava ferðast runt um í Føroyum og ein túr í Keypmannahavn undir átakinum Startup Føroyar. Tiltøkini hava verið sera væl eydnaði, og hugskotsríkidømið trýtir ikki í Føroyum. Startup Skálafjørðurin verður áttanda tiltakið í røðini hjá Startup Føroyar.