Kvinnur megna!

Íverksetarahúsið

j

16/01/2013

Job interview recruitment

Í næstum fara Kvinna og Íverksetarahúsið undir eitt samstarv við tí endamálið at skipa fyri einum serstøkum og spennandi seinnaparti fyri allar kvinnur við áhuga fyri íverksetan.

Talan er um netverksátakið ‘Kvinnur Megna’, sum verður hildið í Parnassinum á Hotel Hafnia fríggjadagin 15. februar frá kl. 13:00.

Í tí sambandi verður ein viðurkenning – kallað Megnarprísurin – latin eini kvinnu, sum hevur klárað seg væl sum íverkseti.

Tiltakið og Megnarprísurin hava til endamáls at stuðla virkishugin og áræði hjá kvinnum at taka við fleiri avbjóðingum á íverksetaraøkinum.

Tú kanst vera við at avgera hvør kvinna skal fáa henda heiður, tí øll kunnu tilnevna eina kvinnu til Megnarprísin, men ein dómsnevnd tekur endaliga støðu til, hvør fær heiðurin. Dentur verður lagdur á, at vinnarin:

– hevur víst góð úrslit
– hevur víst nýhugsan
– hevur givið øðrum kvinniligum íverksetum íblástur
– hevur víst árræði og dirvi

Fyrireikararnir vóna at fáa fleiri góð boð uppá kvinnur ið hava uppiborið henda heiður. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected] ella til Kvinnu á [email protected]

Freistin at tilnevna er til og við fríggjadagin 1. februar

X