Nú verður tað: FT GameJam 2013!

Íverksetarahúsið

j

16/01/2013

gamejam_logo_small_new

Game jam er eitt kent altjóða initiativ, sum ongantíð fyrr er fyriskipað í Føroyum. Við inpsiratión frá Global Game Jam og Nordic Game Jam initiativunum fara vit undir tað fyrsta Game Jam í Føroyum. Hugskotið handan FT Game Jam 2013 er at savna telduspøls áhugaði og serfrøðingar, og saman skapa grundarlag fyri at vit kunnu gera okkum galdandi innan stóru og skjótt vaksandi gamingvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum.

Dagarnir verða skipaðir á tann hátt, at dagur 1 kemur at snúgva seg um fokuseraðar fyrilestrar um gaming, meðan dagur 2 verður framleiðsla av tveimum telduspæls prototypum. Aldursmark á 16 ár er sett til tiltakið og tilmelding til workshoppin verður eftir fyrilestrarnar á fyrsta degi.

Skrá fyri dag 1, 1. februar kl. 15:00:

Søguskriving – Oddfríur Marner Rasmussen
Gamedesign – Eyðstein Lutzen
Concept – Kim Brockie
3D/2D – Hans Kristian Hansen
Sound Design – Mikael Blak, Heri Schwartz
Forritan – Julius Biskopstø
Testing, publishing – Ólavur Ellefsen

Skrá fyri dag 2, 2. februar:

Á øðrum degi fara luttakararnir í tveir bólkar við hvør sínum framleiðsluleiðara. Út frá vitanini frá fyrra degnum, og einum avmarkaðum og avbjóðandi temað skulu tey framleiða tvær prototypur uppá telduspøl, ið seinni verða framløgd á eini reseptión fyri áhugaðum.

Fyri nærri upplýsingar vitja Facebook síðuna: www.facebook.com/ftgamejam2013

X