SkúlaFM 2013 skotið ígongd

Íverksetarahúsið

j

25/09/2012

img_2282

Seinastu vikurnar hava næmingar frá sjey fólkaskúlum verið á Innovation Camp í Spaniastovu í Klaksvík, sum er fyrsta liðið í íverksetarakappingini millum næmingar í 9. og 10. flokki.

Á Innovation Camp fóru vælupplagdir næmingar ígjøgnum grundleggjandi venjingar, har tey lærdu at framleiða og menna nýggj hugskot. Næmingarnir fingu eina avbjóðing at loysa rusk trupulleikan til stór uttandura tiltøk, og megnaðu teir hesa avbjóðing til fulnar. Umleið 40 kreativar og spennandi næmingafyritøkur vórðu stovnaðar.

Alt í alt vóru tiltøkini í Spaniastovu sera produktiv og spennandi við knallgóðum næmingainnsatsi og inspirerandi fyrilestrum frá Íverksetarahúsinum og Knassum.

Í ár hava Ziskatrøð, Ósaskúlin, Fuglafjarðar skúli, Runavíkar skúli, Felagsskúlin á Oyrabakka, Nám X og Vestmanna skúli teknað seg at luttaka í SkúlaFM.

Hesir skúlar hittast til eina stóra finalu í Norðurlandahúsinum 22. februar 2013.

Mentamálaráðið og Íverksetrahúsið settu í 2012 sjøtul á eitt skipað samstarv um íverksetan í fólkaskúlanum og stóra luttøkan í SkúlaFM má sigast vera eitt rættuligt gjøgnumbrot at skapa gróðrarbotn fyri íverksetan í fólkaskúlanum.