TEMAKVØLD: lær at gera poddvarp við Bjarna Arge

Íverksetarahúsið

j

02/01/2023

GG! Tiltakið er fultteknað! Dagført kl.11.00 25.januar

Tiltakið var upprunaliga á skrá síðst í novembur mánaði 2022.
Orsaka av løgtingsvalinum, varð tiltakið tó útsett, og lovaðu vit tá at koma við einum nýggjum tíðspunkti, so skjótt vit funnu eitt nýtt – nú er tað her: 26.januar kl.19.00!

Miðlafrøðingurin og onnur helvtin av vælumtókta poddvarpinum Amatøroyar, Bjarni Arge, kemur í Íverksetarahúsið at greiða frá sínum royndum innan framleiðslu av poddvarp. Harumframt kemur hann at geva góð ráð til, hvat hugsast skal um, tá farið verður ígongd við poddvarp framleiðslu. 

Vit gleða okkum til eitt læruríkt kvøld 👏🧑‍🏫

Tiltakið er 26.januar kl.19.00.