12.mai verður ein kveikjandi og slóðbrótandi ráðstevna í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Talan er í roynd og veru, um eina heldur øðrvísi ráðstevnu, enn hana vit eru von at síggja í Føroyum, tí hon hevur sum endamál at knýta KT, list, íverksetan, fígging og útheimin saman. Farna fríggjadag, var eitt sokallað Pre-Tonik tiltak, har fyrireikarar og aðrir áhugapartar vóru savnaði í Silo í Sjóvinnuhúsinum. Her høvdu áhugapartar møguleika at geva teirra íkast til ráðstevnuna, sum verður í vár. Við Tonik er ætlanin at savna alt, sum er innan KT-íverksetan í Føroyum, og vísa tað fram á einum serligum listarligum føroyskum palli. Málið er at kveikja og knýta sambond, bæði millum íleggjarar og fyritøkur og millum føroysku fyritøkurnar og útheimin. Umframt føroyskar fyritøkur og íverksetarar luttaka kt-íverksetarar úr norðurlondum og Onglandi, og bæði norðurlendskir íleggjarar og vinnufíggjarstovnar. Á Tonik verða tveir pallar við forkunnugum fyrilestrarhaldarum. Eitt nú Heina Zachariassen, Rúnari Reistrup, og fleiri øðrum altjóða nøvnum. Skipað verður eisini fyri eini sokallaðari pitch-kapping, har íverksetarafyritøkur fáa høvið at leggja fram fyri íleggjarum. Tað eru føroysku vinnuframapartarnir – Íverksetarahúsið, Hugskotið, Vinnuframi, Framtak og Uttanríkis- og vinnumálaráðið, ið skipa fyri altjóða KT-ráðstevnuni, sum verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum í Havn 12.mai í ár. Tonik er vælkendur heilivágur, sum verður brúkt til at styrkja og stimbra kroppsliga funktión og vælveru. Við ráðstevnuni Tonik er endamálið eisini, at styrkja, stimbra og veita íblástur til føroyska KT- og listaumhvørvið. Nærri kunning um tiltakið er at finna á www.tonik.fo.