Lesandi og heima um jólini

Íverksetarahúsið

j

07/12/2018

Aftur í ár eru lesandi, sum koma heim at halda jól, vælkomin at brúka hølini á Fjarnám í Íverksetarahúsinum. Her eru góðar umstøður at lesa og møguleiki er at hitta onnur lesandi og íverksetar, so tú kanst netverka og knýta nýggj sambond. Lestrarvegleiðarin er at hitta eftir avtalu. Ring og fá eina avtalu á tlf. 239501 ella á tlf. 288743 ella send okkum meyl.