NÝGGJUR SAMSKIPARI Í ÍVERKSETARAHÚSINUM

Íverksetarahúsið

j

05/12/2018

Nýggi samskiparin í Íverksetarahúsinum er Magni Thomsen.

Magni er 35 ára gamal og hevur kandidatútbúgving í politiskum samskifti og leiðslu frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, umframt bachelorútbúgving í virkisvísindum. Harumframt er hann útbúgvin marknaðarførsluøkonom, sum eisini er ein góður førleiki, tá ið tað snýr seg um at ráðgeva íverksetarum.

Magni hevur fjølbroyttar royndir innan samskipan og fyrisiting, millum annað frá Kringvarpi Føroya, Københavns Kommune og BankNordik.

Hann fær ábyrgd av fleiri ígongdverandi verkætlanum hjá Íverksetarahúsinum, eins og fleiri nýggjum verkætlanum, sum eru í umbúna. Haraftrat fer hann at ráðgeva íverksetarum.

Magni tekur við starvinum 1.januar 2019.