Næmingar frá Nám X kappast um DM í íverksetan

Íverksetarahúsið

j

12/04/2021

Fyrr í ár skipaði Íverksetarahúsið í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðnum fyri árligu Skúla FM kappingini, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.

Vinnarin av Skúla FM 2021 í íverksetan gjørdist DUEL – North Atlantic Skincare, ið hevði framleitt húðkrem úr endurnýttum rávørum. Stovnarnir av bólkinum DUEL eru; Durita Jónsdóttir & Elin Eyðunsdóttir, frá Nám X.

Danmarksmeistaraskap

Sum vinnarar av SkúlaFM fekk DUEL samstundis møguleika at kappast um Danmarksmeistaraheitið. Tað er í kappingini Next Level, sum Fonden for Entreprenørskab skipar fyri, har kappast verður við skúlanæmingar runt um í Danmark og úr Grønlandi.
Kappingin skuldi upprunaliga vera í Kolding, men vegna koronasmittuna verður kappingin í ár hildin á netinum, og koma næmingarnir í DUEL at hava sína framløgu í Íverksetarahúsinum, haðani framløgan verður stroymd.

Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið, tá tað kemur til burðardygd.

Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður hósdagin 15. apríl.