NámX vann SkúlaFM 2015

Íverksetarahúsið

j

27/02/2015

IMG_6372

Ein bólkur úr NámX við eini verkætlan um at framleiða wasabi í Føroyum vann ársins árligu íverksetarakappingina millum fólkaskúlanæmingar. Tað varð kunngjørt fyri einum fullsettum sali í Norðurlandahúsinum

Fríggjadagin 27. februar 2015 var ein fullsettur stóri salur í Norðurlandahúsinum karmur um finaluna til SkúlaFM 2015.

Dómsnevndin valdi Faroe Wasabi, sum ein bólkur í NámX stóð aftanfyri. Verkætlanin gongur í stuttum út upp á at framleiða wasabi í Føroyum. Umstøðurnar í Føroyum eru sum skilst serliga góðar í Føroyum, og nógvir pengar eru at henta á útelendska marknaðinum.

Nummar tvey varð valdur Balizar Wave, sum ein bólkur úr Kommunuskúlanum stóð aftanfyri. Verkætlanin gongur út upp á at framleiða eina serliga boyu, sum gera okkurt við tann trupulleikan, at 300 túsund hvalir doyggja um árið, m.a. tí teir vevjast inn í fiskireiðskap.

Sum nummar try valdi dómsnevndin Alispælið, sum ein bólkur úr Skúlanum við Løkin stóð aftanfyri. Verkætlanin gongur úr upp á, at næmingar kunnu læra um alivinnu við einum telduspæli.

IMG_6396

Tilsamans níggju bólkar vóru við í Finaluni hesuferð. Umframt teir, sum nevndir eru omanfyri, vóru

  • ein bólkur úr Skúlanum við Løkin hevði eina verkætlan, sum eitur Netjan,
  • ein bólkur úr NámX við eini verkætlan, sum eitur PureBox,
  • ein bólkur úr Fuglafjarðar skúla, sum eitur Kjarnan,
  • ein bólkur úr Eysturskúlanum við eini verkætlan, sum eitur Travel The Faroes,
  • ein bólkur úr Felagsskúlanum á Oyrarbakka við eini verkætlan, sum eitur Grøna Leyva, og
  • ein bólkur úr Ósaskúlanum við eini verkætlan, sum eitur Food in Air.

Í dómsnevndini sótu Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum, Óla Kristian á Torkilsheyggi, stovnari og eigari av Navia, og Heini Mohr Hermansen úr Føroya Tele.