Føroya Tele høvuðssponsor hjá Íverksetarahúsinum

Íverksetarahúsið

j

03/03/2015

IMG_6304

Í seinastu viku skrivaðu Føroya Tele og Íverksetarahúsið undir tvey ára sponsoravtalu. Við avtaluni er Føroya Tele nú høvuðssponsor hjá Íverksetarahúsinum

Fríggjadagin var finala í SkúlaFM 2015. Áðrenn vinnarin varð útnevndur, varð høvið brúkt, og Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, og Símun Skaalum Petersen, marknaðar- og produktstjóri hjá Føroya Tele, undirskrivaðu sponsoravtalu fyri 2015 og 2016.

Endamálið við avtaluni er at fáa styrkt innsatsin fyri íverksetan í samfelagnum, ásannandi, at Føroyar hava tørv á fleiri íverksetum, og fleiri vinnuligum beinum at standa á.

Føroya Tele og Íverksetarahúsið arbeiða saman um at brúka sponsoravtaluna til størst møguligt felags gagn.