Uppskot til Ársins Íverkseta

Íverksetarahúsið

j

06/03/2015

Mikkalina Norðberg varð kosin Ársins Íverkseti 2013. Nú ber til at koma við tilnevningum til Ársins Íverkseta, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu 2014

Mikkalina Norðberg varð kosin Ársins Íverkseti í fjør. Nú ber til at koma við tilnevningum til Ársins Íverkseta, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu í ár

Hvør hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi í árinum sum fór? Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins Íverkseti? Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til heiðurslønirnar, sum verður latnar á Ársins Íverksetaradegi

Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verða tríggjar heiðurslønir latnar: Ársins Íverkseti, Ársins Innovatión og Ársins Íløga.

Øll kunnu koma við tilnevningum. Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør

  • hevur víst nýhugsan, árræði og dirvi
  • hevur víst góð fíggjarlig úrslit
  • hevur givið øðrum íverksetum íblástur

Freistin at koma við tilnevningum er 16. mars 2015. Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot við góðum grundgevingum. Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á [email protected].

Ársins Íverkseti árið frammanundan var Mikkalina Norðberg. Ársins íløga var P/F Royndin, sum gjørdi íløgu í Dropbucket. Ársins Innovatión var Dreymagávur hjá SMS.

Í ár verður Ársins Íverksetaradagur hildin 27. mars 2015 í Spaniastovu í Klaksvík.