Endamálið við verkætlanini er at kveikja áhuga fyri Kalsoynni og at fáa vitjandi at steðga á og njóta løturnar úti á bygd, siga stigtakarnir; Jógvan Johannessen, John Daniel Guðjonsson og Óli Jógvansson.
Harumframt ynskja stigtakarnir stuðla menningini av eini smábygd á útoyggj og skapa lív og trivna. Við at geva vitjandi, bæði smærri og størri familjum og/ella ferðabólkum, møguleika at gista, fáa ein betri bita og bjóða skipaðar túrar við ferðaleiðara á Kalsoynni.
Um tað gongur sum ætlað, so skulu fyrstu gestirnir sleppa at royna “Smátturnar Uppi Á Deildini” á sumri 2022.
Les meira um verkætlanina her