Nýggjur stjóri

Íverksetarahúsið

j

16/10/2018

Nýggi stjórin í Íverksetarahúsinum er Sigrun Jónsveinsdóttir, sum tók við starvinum 15. oktobur.

Sigrun er 37 ára gomul og hevur eina viðkomandi og spennandi útbúgving, sum fer at gagna føroyskari íverksetan og íverksetarum. Hon er útbúgvin Cand.Soc. in Management of Creative Business Processes. Hon er eisini útbúgvin Marknaðarførsluøkonom, sum er ein góður førleiki, tá tað snýr seg um at ráðgeva íverksetarum.

Seinastu mánaðirnar hevur Sigrun starvast sum verkætlanarleiðari í Íverksetarahúsinum, og hevur hon áðrenn tað verið skrivstovuleiðari hjá Tjóveldi á Fólkatingi. Harumframt hevur Sigrun royndir innan marknaðarførslu, leiðslu og fyrisiting. Eisini hevur hon arbeitt innan ferðavinnu og fyriskipa fleiri ráðstevnur og onnur vinnulig átøk.

Nevndin í Íverksetarahúsinum er sera fegin um, at Sigrun tekur við sum stjóri. Hon hevur nógvar royndir, sum kunnu gagna føroyskum íverksetarum.