TØRVAR TÆR FÍGGING?

Íverksetarahúsið

j

08/10/2018

Tørvar tær fígging til tína fyritøku? Ella til títt hugskot? Kom so til kunningarfund í Íverksetarahúsinum týsdagin 23. oktobur frá kl.16:00 – 17:30!

Á fundinum fara Anna Margrét og Björg frá tí Íslensku ráðgevarafyritøkuni Evris at presentera tænastunar hjá Inspiralia, ein av førandi ráðgevarafyritøkunum innan fíggjargrunnar.

Meldi tykkum til her????

https://www.eventbrite.com/e/eu-usa-fonde-international-markedslancering-05-25-millioner-tickets-50859564326

Eisini verður møguleiki at møtast við Bjørg tann 26. oktobur á tí Íslensku sendistovuni í Keypmannahavn frá kl.13:00 til 14:00. Hetta í samband við tiltakið íverksetan, ið verður á tí føroysku sendistovuni, frá kl.15:30 til 20:00, har møguleiki verður fyri føroyskar íverserksetarar og onnur, ið hava áhuga í íverksetan, at styrkja sambondini og samskiftið heim til Føroyar.

Les meira um tiltakið her; https://www.facebook.com/events/239040466737009/

Les meira um fyritøkunar Evris og Inspiralia her;
http://www.evris.org
https://www.inspiralia.com