Regin W. Dalsgaard Íverksetin 2009

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Sum krúna n á einum sera væleydnaðum Ársins Íverksetaradegi kundi Jóhan Dahl, vinnumálaráðharri, kunngera, at dómsnevndin hevði valt tann sera aktiva íverksetan Regin W. Dalsgaard til Íverksetan 2009.
Í einum fulsettum Listakála bar fyrst Gunnvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, eina heilsu til dagin, áðrenn dagurin varð settur av vinnumálaráðharranum.

Síðani helt stjórin í Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe, framløgu um týdningin av at arbeiða fyri at skapa eitt effektivt grundarlag fyri at fáa meiri íverksetan framda.
Framløgan fevndi eisini um eina video-presentatión av tveimum áhugaverdum verkætlanum, sum íverksetarnir Heri Schwartz, Jóhann Fagraklett og Grettir Hammer, saman við Íverksetarahúsinum, hava arbeitt við seinastu mánaðirnir.

Síðani greiddi Óla Kristian á Torkilsheyggi fangandi frá síni fyritøku NAVIA, sum nú er komin í ein áhugaverdan vøkstur.
Eftir ein steðg og inniligar tónar frá fløguaktuellu Guðrið Hansdóttir, trein ein dani á pallin, sum kallar seg The Madman.
At hann livdi fult og heilt upp til sítt navn kundu allir áhoyrararir sanna, tá sera lívliga framløgan endaði við, at øll fingu høvi til – í besta karate stíli – at bróta hópin av vælvaksnum fjalum í lutir tvá. Væl at merkja, um tann einstaki tordi at smekka til! Tað tyktist, sum eingin av luttakarunum spardi seg tað allarminsta, tí tá roykurin legði seg, lógu hundratals sundursligdnar fjalar um alt gólvið.
Tann einfaldi boðskapurin hjá The Madman kann samankókast til vísuligu orðini: Tú skapar antin gleði tá tú kemur, ella tá tú fert. Valið er títt!

Eftir væleydnaða tiltakið er lítið at ivast í, at Ársins Íverksetaradagur er komin fyri at verða.

X