Ungdómar, hugsið nýtt og sjálvstøðugt!

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

Hesi vóru lyklaorðini handan slóðbrótandi og væleydnaða tiltakið Innovation Camp, sum Íverksetarahúsið helt við Gjógv fríggjadagin í farnu viku.

Fleiri enn 60 vælupplagdir 10. floks næmingar úr Klaksvík, Oyrarbakka og Tórshavn luttóku til fullteknaða tiltakið, og vístu tí stóran áhuga.

Dagurin varð skipaður sum ein Innovation Camp, har næmingarnir hittu føroyskar ungdómar, sum hava skapað sær royndir innan íverksetan, eins væl og næmingarnir fingu møguleika at royna sítt egna hugflog við avbjóðingum, sum varpa ljós á nýhugsan á ein sjálvstøðugan hátt.

Endamálið við Innovation Camp er at kveikja hugin fyri íverksetan longu í fólkaskúlanum, og eydnaðist hetta eydnaðist væl. Fleiri spennandi innsløg vóru á skránni, og næmingarnir settu nógvar spurningar til eitt nú Regin W. Dalsgarð, Sunnvu Háberg Eystursstein, Evald Johannesen, sum øll hava royndir innan íverksetan.

Íverksetarahúsið ynskir, við einum slíkum degi, at ungdómar læra at samstarva, skilja týdningin av at skapa rætta netverkið og fáa eina fatan av íverksetan í modernaða samfelagnum.

Hetta er fyrstu ferð, at skipað er fyri einum tílíkum tiltaki, og skal íverksetara átakið metast sum ein forverkætlan, sum seinni skal gerast afturvendandi á hvørjum ári.