Slá mítt met!

Íverksetarahúsið

j

14/02/2010

“May I never miss a sunset or a rainbow because I am looking down.”
Sara June Parker

Herfyri upplivdi eg nøkur ting, um øll mintu meg á, hvusuu nógv okkara lívsáskoðan og fokus hevur at týða. Tað byrjaði ein sunnudag, har eg vitjaði familju, og øll høvdu okkurt at grenja um. Serliga vóru tað tey eldru, sum høvdu nógv upp á hjartað. Tað var púra galið við landsins tingi, útvarpinum, matvøruhandlunum, telefon fyritøkunum og teimum ungu, og øll tóktist at hava hetta eina málið: at gera lívið hjá eldri fólki meira trupult enn tað longu var. Seinni sama kvøldið gjørdi eg ein stóran feil, eg tendraði sjónvarpið og sá tíðindini, har uml. 30 minuttir fóru við negativum søgum um deyða, kríggj, heimsins undirgang og kriminalitet. Eftir at hendan hugtyngjandi sendingin var liðug, byrjaði ein onnur sending, sum fylgdi nøkrum ónøgdum kundum hjá einum súkkluhandli, sum hildu seg verða snýttar. Næsta morgunin avgjørdi eg, at eg skuldi skriva øll tey negativu tingini, eg sá ella upplivdi gjøgnum dagin, niður. Har skuldi alt hugsandi kunna skrivast upp á listan; órættvísi, ringur atburður, trupulleikar og mangt annað, ja alt skuldi niður á pappírið. Tá dagurin var liðugur, hugdi eg eftir roknskapinum, og har vóru 29 negativ ting skrivaði niður, svart upp á hvítt. Eg eri vís í, at eg kundi skrivað fleiri ting niður, um eg gav mær betur far um, hvat gekk fyri seg rundan um meg gjøgnum dagin. Men alt í alt var eg nøgd við avrikið, og eg hugdi at teimum ymsu punktunum á listanum: tíðindablaðið var ikki í postkassanum. Øll hesi ørkymlandi fólkini, sum yvirhála uttan neyðugt útsýni og gloymdu at blinka – og ikki minst tann langa bilkøin, tí øll hava avgjørt at fara til arbeiðs júst somu tíð sum eg. Tey irriterandi fólkini í matvøruhandlunum, sum snýta seg longur fram í røðina. Rokningin frá telefonfyritøkuni, sum aftur var full av feilum. Eg kundi hildið áfram. Í dag fari eg at bjóða tær av: Hvussu nógvum irriternadi fólkum, støðum og annað kanst tú møta uppá ein dag? Eg taldi og skrivaði 29 ymisk ting niður, hevði heilt víst eisini klára fleiri, um eg gjørdi mær størri ómak. Kanska er talið júst bundið av, hvussu nógv tú sjálvur vilt síggja. Sjálv haldi eg, at tað eru tvey sløg av menniskjum til. Tey, sum telja allar ræðuleikarnar og alt tað negativa, sum tey síggja gjøgnum ein dag, og so tey, sum heldur vilja telja okkurt annað. Megnar tú at sláa mítt met? Kelda: www.keys2passion.com

X