Veltan er ein spennandi verkætlan hjá framleiðarum av grønmeti og matvøru í Sandoynni. Endamálið er, at menna og fjølbroyta landbúnaðarframleiðsluna í Sandoynni, og at framleiða gott, smakkmikið og vistfrøðiligt grønmeti.
Í áravís hava bestu matstovurnar í landinum eftirspurt føroyskt grønmeti, og henda tørvin ynskir Veltan at nøkta og selur í dag føroyskt grønmeti til fleiri føroyskar matstovur. Samstundis er visjónin hjá Veltuni, at Sandoyggin skal vera grønmetisoyggin í Føroyum.
Verkætlanin stuðlar eisini undir menning av smáframleiðslu og hetta hóskar væl til rákið í dag sum er, at fólk fegin vilja keypa mat úr sínum egna øki. Viðskiftafólk kunnu síggja hvussu vøran verður framleidd og kunnu á tann hátt tryggja sær at talan er um dygdarvørur.
Framtíðartorgið á Íverksetaradegnum
Fríggjadagin 31. mars verður Ársins Íverksetaradagur, sum er dagurin, tá Íverksetarahúsið heiðrar føroyskari íverksetan.
Ein partur av Íverksetaradegnum er Framtíðartorgið, har fokus verður sett á aktuellar verkætlanir, og hvat føroysk íverksetan hevur at bjóða upp á frameftir.
Har verður høvi at hoyra meiri um verkætlanina Veltan, umframt hinar verkætlanirnar, sum eisini verða á Framtíðartorginum.
Íverksetaradagurin verður í Østrøm 31. mars 2017 klokkan 10:00. Tað er ókeypis, og øll eru vælkomin.