Ársins Íverksetaradagur 2017

Íverksetarahúsið

j

23/03/2017

Fríggjadagin 31. mars bjóðar Íverksetarahúsið inn til árliga dagin, har vit seta fokus á og heiðra føroyska íverksetan.

Íverksetan, sum jú er avgerandi neyðug, um tað skal eydnast at fáa eitt fjøltátta føroyskt vinnulív, skapa trivna í nærumhvørvinum, umframt so nógv annað, sum vit kunnu ynskja okkum í Føroyum.

Á skránni vera handan av Granum til Ársins Íverksetara, Ársins Innovatión og Ársins Íløgu. Við at vísa áræði og dirvi kunnu íverksetarar heysta vinningin og bera gullið av heiði, sum Grani gjørdi á sinni. Íverksetarahúsið heiðraði føroyska íverksetan fyrstu ferð í 2009, og hevur gjørt tað hvørt ár síðani. Føroya Løgmaður Aksel V. Johannesen handar heiðurin fyri Ársins Íverksetara.

Elisabeth D. Eldevig eigari í Framherja í Fuglafirði, verður ein av røðarunum. Elisabeth er ein av fáu kvinnunum í Føroyum í dag, sum hevur leiðandi starv innan fiskivinnuna, og í framløguni fríggjadagin fer hon serliga at tosa um týdningin av at lurta eftir góðum hugskotum og taka fólk við, tá ein byggir fyritøkuna upp.

Ein afturvendandi avbjóðing hjá nýggjum fyritøkum, er at fáa fígging og íleggjarar til sítt virksemið. John Rajani, sum hevur drúgvar royndir úr vinnulívinum og fíggjarvinnuni fer at greiða frá, hvussu íverksetarar og fyritøkur á besta hátt fáa íleggjara til teirra virksemi.

Aftur hesuferð verður Framtíðartorgið partur av Íverksetaradegnum, har vit fara at hyggja eftir aktuellum framlítandi verkætlanum sum vísa, hvat fremsta røð innan føroyska íverksetan hevur at bjóða upp á í framtíðini.

Íverksetaradagurin verður hildin í Østrøm í Tórshavn fríggjadagin 31. mars. Tiltakið byrjar við at Poul Michelsen, landsstýrismaður í Vinnumálum, setur dagin klokkan 10 og heldur fram til á middegi tá endað verður við eini hugnaligari reseptión.

Øll við áhuga fyri íverksetan eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.

______________

Skrá:

10:00 Poul Michelsen, landsstýrismaður setur dagin
10:10 Elisabeth D. Eldevig – týdningurin av at lurta eftir góðum hugskotum
10:30 Framtíðartorgið
11:10 John Rajani – hvussu fáa íverksetarar og fyritøkur íleggjarar
11:30 Handanir av Granum
11:45 Reseptión