Samskipari til Íverksetarahúsið

Íverksetarahúsið

j

13/06/2022

Brennur tú fyri íverksetan og nýhugsan? So er tað kanska tær, vit leita eftir til eitt tíðaravmarkað starv sum samskipari í Íverksetarahúsinum.

Íverksetarahúsið er staðið, har hugskot gerast veruleiki. Her arbeiða vit saman fyri at birta undir íverksetan av nýggjum vinnum og at menna verandi vinnur. Vit stuðla undir íverksetaramentanini kring alt landið gjøgnum tiltøk, útbúgvingarligt virksemi og luttøku í innovatiónskappingum.

Um starvið
Starvið fevnir um at ráðgeva vinnuspírum og stimbra samstarvið millum íverksetar og vinnulív.

Harafturat kemur tú sum samskipari at arbeiða í tøttum samstarvi við hin samskiparan í húsinum. Umframt at samskipa verandi verkætlanir, so sum Skúla FM, Ársins Íverksetaradag og ymisk temakvøld, skalt tú eisini vera framsíggin og vera við til at menna nýggjar viðkomandi verkætlanir.

Tínar uppgávur fevna m.a. um at:

  • Ráðgeva og vegleiða nýggjum vinnuspírum við hugskotum, sum hesir ynskja at seta í
    verk, umframt at ráðgeva verandi fyritøkum
  • Leggja til rættis og gjøgnumføra verkætlanir
  • Hava fingurin á pulsinum og menna nýggjar verkætlanir
  • Marknaðarføra tænastur og virksemið hjá Íverksetarahúsinum
  • Skapa eitt spírandi umhvørvi, sum er við til at draga nýggjar og nýskapandi
    vinnuspírar og fyritøkur til húsið
  • Stimbra samstarvið millum vinnuspírar og vinnulív

Royndir og førleikar
Vit ímynda okkum, at tú hevur royndir innan og áhuga fyri:

  • Ráðgeving og íverksetan
  • Samskipan og verkætlanararbeiði
  • Marknaðarføring og fyriskipan

Harumframt dámar tær væl at síggja úrslit av tínum arbeiði, og tú megnar sjálvstøðugt at fremja uppgávur og verkætlanir eftir skipaðum leistum. Tú hevur lætt við at samskifta við ymiskar persónar og bólkar.

Tað er týdningarmikið, at tú ert tænastusinnað/ur og opin, at tú kanst arbeiða í einum til tíðir lívligum umhvørvi við skiftandi arbeiðstíðum og trívist at arbeiða við tíðarfreistum.

Umsóknarfreist og setantreytir
Freistin at søkja starvið er hósdagin 23. juni 2022 og starvið verður eftir ætlan sett við byrjan 18. august 2022 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til 1 ár og lønin verður ásett sambært avtalu. Arbeiðsstaður er í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, men uppgávur eru javnan aðrastaðnis kring landið. Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til [email protected].

Eru spurningar til starvið, kunnu hesir stílast til Sigrun Jónsveinsdóttir, stjóra, á telefon
239501.

Um Íverksetarahúsið
Íverksetarahúsið liggur í Klaksvík og her arbeiða 3 fólk. Íverksetarahúsið hevur síðani tað varð sett á stovn í 2007 havt sum aðalmál at stimbra og hjálpa íverksetarum, umframt at stimbra íverksetaramentanina í øllum landinum, og soleiðis stuðla undir menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi í Føroyum.