TAKS open by night

Íverksetarahúsið

j

13/06/2022

Vit hava open by night, í kvøld 13. juni, á Smyrilsvegi frá 18 til 21

skjótt er at avgreiða mvg-uppgerðina á Vinnuglugganum. Tað er sum at stinga frens og kostar 0 krónur. Við brævi er tað seinni og kostar 125 krónur hvørja ferð. Tað eru 500 krónur um árið, hvørt ár.

Skalt tú lata inn mvg-uppgerð og hevur ikki roynt Vinnugluggan?

Fá ein brúkara og prøva. Heinta umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur “Umsókn um at gerast brúkari av Vinnuglugganum”.

Avmynda útfyltu umsóknina og send myndina/myndirnar til [email protected]. Tú kanst eisini senda útfyltu umsóknina við brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Nakrir fáir dagar, og tú kanst brúka Vinnugluggan eins og 4.000 onnur vinnurekandi.

Mánadagin, 13. juni, hava vit open by night á Smyrilsvegi frá 18 til 21

Tað er eitt gott høvi at ringja ella at koma framvið, um tú ivast í onkrum ella vilt hava hjálp til umsóknina. Talgildu Føroyar vera eisini og vegleiða um Samleikan. Tí ritað verður inn á Vinnugluggan við Samleikanum eins og inn á aðrar tryggar tænastur.

Kundatænastan er eisini opin hvønn mánadag til hósdag frá 10 til 15

Ring ella skriva til okkara á 35 26 00 ella á [email protected], og vit vegleiða fegin. Les meira um Vinnugluggan á taks.fo/vinnugluggin. Vitja hann á vinnugluggin.fo.