Hesa ferð vitjar Eli Thorsteinsson, advokatur, sum í fleiri ár hevur rikið sína egnu advokatfyritøku.
Hevur tú tørv á løgfrøðiligari ráðgeving í sambandi við tína fyritøku? Eli hevur breiðar royndir innan vinnulívsrætt, m.a. við stovnan, rakstri og broytingum í feløgum, eigaraavtalum, keypi og sølu av fyritøkum ella pørtum av teimum, sáttmálum, setanarviðurskiftum og øðrum løgfrøðiligum spurningum, sum kunnu stinga seg upp í vinnurakstri.
Áðrenn hann fór undir sína egnu advokatfyritøku, arbeiddi hann í fleiri ár sum løgfrøðingur í fíggjargeiranum við innanhýsis løgfrøðiligari ráðgeving og compliance.
Eli kann hjálpa tær at fáa greiði á teimum løgfrøðiligu viðurskiftunum, sum hava týdning fyri teg sum íverksetara og vinnurekandi.
Støkk inn á gólvið og fá eitt prát.
Eli er klárur at ráðgeva í Íverksetarahúsinum mikudagin 23. september kl. 13.00–15.00.
Tað er ikki neyðugt við tilmelding.
