Læraraskeið – SkúlaFM 2027

Íverksetarahúsið

j

08/09/2026

Vit hava havt eitt spennandi læraraskeið í íverksetan, har dentur varð lagdur á, hvussu vit við didaktiskum meginreglum kunnu skapa undirvísing, har næmingarnir ikki bara læra um íverksetan, men eisini venja seg í at taka stig og gera hugskot til veruleika.

Vit tosaðu eisini um, hvussu vitlíki kann gagnnýtast í undirvísingini – bæði í fyrireikingini hjá læraranum og sum eitt amboð hjá næmingunum í arbeiðinum við hugskotum, loysnum og verkætlanum.

Íverksetan snýr seg ikki einans um hugskot og nýskapan. Tað snýr seg eisini um at geva børnum og ungum góðar lívsførleikar í ryggsekkin og at styrkja teirra dirvi og mótstøðuføri, so tey tora at royna, feila, reisa seg aftur og royna einaferð enn.

Enn er pláss fyri fleiri luttakandi skúlum í SkúlaFM 2027.

Við málrættaðari undirvísing fáa næmingarnir royndir við nýhugsan, samstarvi, sølu og nógvum øðrum.

SkúlaFM er ein íløga í okkara ungdóm – og í framtíðarsamfelagið.

Ynskir tú at vita meira um SkúlaFM, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Íverksetarahúsið.