Temakvøld: Hvat merkir vitlíki fyri teg og títt arbeiði?

Íverksetarahúsið

j

18/08/2026

15 áhugaverd og óvæntað ting, tú eigur at vita um vitlíki – og 6 stig til at koma væl í gongd.

Vitlíki gevur føroyskum fyritøkum og íbúgvum stórar møguleikar. Men hvar byrjar tú, og hvussu kanst tú brúka vitlíki skilagott í tínum arbeiði?

Á temakvøldinum tekur Gunnleygur Clementsen, vitlíkisráðgevi og stovnari av Vítlíksstovuni, teg ígjøgnum tað, tú eigur at vita um vitlíki – frá praktiskari nýtslu og møguleikunum á føroyskum máli til gongdina í Føroyum og tær størri broytingarnar, sum eru á veg.

At enda fært tú ein einfaldan 6-stiga leist, sum kann hjálpa tær ella tínari fyritøku at koma skilagott í gongd við vitlíki – og sleppa undan at dragna afturúr.

Tiltakið er alment og ókeypis, men tilmelding er neyðug.

Tekna teg til niðanfyri:

Temakvøld: Hvat merkir vitlíki fyri teg og títt arbeiði?