SkrubbuGlimmur vinnari av EBG

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

skrubbuglimmur_vinnarar_1

SkrubbuGlimmur gjørdist vinnari av EBG

Fiskivinnuskúlin skal umboða Føroyar í Italia, í kappingini European Business Games 2011.

Tað var bólkurin SkrubbuGlimmur sum gjørdist vinnari av føroysku EBG kappingini. Finalan var í Müllers Pakkhúsið 25. mars, á Ársins íverksetaradegi. Tað vóru 17 luttakarar, ið allir komu úr Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Hugsotið hjá vinnarinum er at stovna eina fyritøku, ið skal framleiða príðislutir sum t.d. taskur, beltir, armbond, oyralokkar og skógvar úr fiskaskræðu.

Í grundgevingini fyri at útnevna SkrubbuGlimmur til vinnara av ársins EBG-kapping, søgdu dómararnir m.a., at hetta var ein væl gjøgnumhugsað verkætlan, har partur av okkara náttúrliga tilfeingi – fiskaskræðan – verður virðisøkt, so hon kann geva størri virði til samfelagið. Bólkurin hevur sett sær realistisk mál fyri virksemi hjá fyritøkuni komandi árini.

Tær tríggjar, Sóleyð, Sára og Jórun skulu umboða Føroyar í evropeisku EBG finaluni, sum verður í Italia mánaðarskfti juni-juli.