AMAM Easy vinnari av Ungt Virki

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

amam_easy_vinnari

AMAM Easy vinnari av Ungt Virki

Tann vælumtókta Ungt Virki kappingnin er farin aftur um bak. Ungt Virki er partur av tí internationalu kappingini Young Enterprise, ið er fyri miðnámsskúla næmingar. Endamálið við kappingini er næmingarnir sjálvir skulu stovna eitt virki. Tað verður gjørt fyri at vekja áhugan hjá næmingum at skapa nakað sjálvstøðugt.

Jóhan Dahl, landstýrismaður setti kappingina.

Virkini høvdu sína egnu sølubúð og hildu til á Torginum í SMS. Í ár vóru fýra virki við, tvey virki frá Handilsskúlanum á Kambsdali, Verk.fo og Jam Music og tvey frá Handilsskúlanum í Tórshavn, AMAM Easy og Revocat.

Ein dómsnevnd skuldi avgera hvat virki varð tað besta, á tann hátt at ein heildarmeting bleiv gjørd av tí skrivligu uppgávuni, sølubúðini og framløguni.

Tað vinnandi virki gjørdist AMAM Easy. Teirra hugskot var at varpa ljós á heilsugóðan mat. Tey gjørdu ein breyðskera, ið er ein trýstformur, sum kann skera breyð í ymsar stuttligar formar. Samstundis gjørdu tey eisini ein faldara við hugskotum til leskiligar og forvitnisligar matpakkar til børn.

Hetta er fimtanda árið at Ung Virki er í Føroyum. Sonja á Oyrabø Petersen, ið er lærari á Føroya Handilsskúla hevur staðið á odda og verið við øll árini. Hon hevur arbeitt fyri at karmanir hjá næmingunum skulu vera so góðir sum møguligt.

AMAM Easy skal til eina kapping í Danmark í apríl. Um tey vinna kappingina í Danmark, skulu tey víðari til eina kapping í onkrum evropeiskum landi.