Kreativir næmingar

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

e

Nú eru skúlarnir í gongd við fyrsta FM í íverksetan fyri fólkaskúlar.

Aftaná eina skúlaturné, sum Íverksetarahúsið hevur verið á úti hjá fýra skúlum, hittust allir næmingarnir, sum frívilluga hava teknað seg til FM kappingina, í Spaniastovu í Klaksvík.

Á skránni var eitt spildurnýtt tiltak – Innovation Lab – sum ongantíð áður er roynt í Føroyum. Tað er Íverksetarahúsið, sum stendur aftanfyri hugskotið, og sum skipar fyri hesu fyrstu verkætlan av sínum slag í Føroyum.

Í stuttum snýr Innovation Lab um at menna nýggj hugskot, sum næmingarnir koma við. Talan er um ein orkumiklan brainstorm, eitt presist úrval av øllum hugskotunum og eina sølupresentatión av hugskotunum, alt gjørt eftir sama leisti, sum eitt nú Danfoss brúkar, tá nýggj forrætningsøki verða dyrkaði fram. Talan er um eitt konsept, har fokus er á at framala burðardygg hugskot, sum hava ein kjans úti á marknaðinum.

Áðrenn næmingarnir fóru produktivt til verka, kom tann vælumtókti fyrilestrahaldarin, Niclas Heri Jákupsson, og helt ein fyrilestur um Lívsgleði og sukse.

Allir næmingarnir uttanfyri Spaniastovu í vakra kavaveðrinum.

Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum, gav næmingunum frálæru í, hvussu tey læra at framleiða hugskot, hvørji hugskot ið hava størstu effekt og og hvørjir umráðandi foktorar eru galdandi, tá ein fyritøka verður sett á stovn.

Næmingarnir vórðu deildir upp í bólkar, saman við einum lærara, har ið teir skuldu skapa eitt hugarok um, hvussu vit kunnu gera fiskivinnuna meir spennandi fyri tey ungu, og hvat kann fáast burturúr. Øll hugskotini skuldu skrivast niður á gular lepar, har tey síðan vórðu bólkaði, fyri til seinast at gerast ein ítøkilig verkætlan, sum bólkarnir samdust um.

Kreativur og inspirerandi stemningur í Spaniastovu.

Spenningurin var sjálvandi stórur, um Innovation Lab konseptið vildi fanga næmingarnar. Men teir gjørdu allan iva til skammar, tí kreativiteturin var stórur og hugskotsríkidømið stórt.

Allan dagin arbeiddu næmingarnir intensivt, og tá finalan varð hildin um 15 tíðina, vóru tað góð og vælumhugsaði hugskot, sum vórðu løgd fram.

Vælvitandi at allir næmingarnir eru vinnarar ein slíkan dag, megnaði ein av bólkunum at stinga seg skutin framum í presentatiónini og gerast endaligi vinnarin.

Í góðum hýri endaði dagurin til orkumiklu tónarnar frá skúlaorkestrinum Nám X Band á Eysturskúlanum, afturvið vælsmakkandi lagkøku og kaffi.

Vælspælandi Nám X Band úr Eysturskúlanum setti sín heilt serstaka dám á dagin.