Rúmdin vekir áhugan hjá forskúlabørnum

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

forskulaborn_i_ivh1

Mikudagin fingu vit vitjan av nøkrum fittum forskúlabørnum, saman við tveimum námsfrøðingum, frá Stórustovu í Drotning Margrethu Barnagarði.

Børnini úr Stórustovu sita ikki bara inni. Av og á eru úti og vitja stovnar og fyritøkur, og hesaferð komu tey at vitja okkum her í Íverksetarahúsinum.

Ein stórur bygningur við fleiri kontórum, er nokk ikki tað, ið upptekur børn í forskúlaaldri mest. Men tó hildu tey tað verða stuttligt at sleppa at eta matpakka í stóra fundarhølinum, har óivað nógvar stórar avgerðir eru tiknar millum ár og dag.

Rúmdin er nakað sum vekir áhugan hjá børnunum í Stórustovu fyri tíðina, so stjórin í Íverksetarahúsinum, Rani Nolsøe, vísti nøkur stutt filmsbrot og greiddi teimum frá, hvat rúmdin er og hvussu alt hongur saman. Børnini vóru fantastiska hugtikin av tí, tey vóru ósmæðin og spurgdu nógvar spurningar.

So kanska um nøkur ár fer ein austronautur út í rúmdina, sum einaferð gekk í Stórustovu í Dr. Margrethu Barnagarði – ja, hvør veit!