Ungt virki við nýggjum hugskotum!

Íverksetarahúsið

j

08/02/2012

ubi_2_mini

Vit kenna fleiri vinnuligar eldsálir, sum seinastu árini hava sett áhugaverdar íverksetanir ígongd. Hetta eru fólk við teimum røttu eginleikunum at síggja møguleikar, og sum tora at trúgva uppá teir, og ikki minni, sum leggja alla orku í at realisera slíkar verkætlanir. Alt saman persónligir eginleikar, sum ikki kunnu kopierast.

Men tað vísir seg, at íverksetan eisini kann lærast. Tí spæla skúlarnir ein sentralan leiklut í strembanini at kveikja evnini og hugin hjá næmingum at hugsa í nýhugsandi íverksetara banum.

Tað fáa vit at síggja enn einaferð í SMS, tá árliga kappingin Ungt Virki verður sett av Jóhan Dahl, vinnumálaráharra, í morgin, 23. mars kl. 10:00.

Í ár hava fýra næmingafyritøkur úr Handilsskúlanum í Marknagili og Handilsskúlanum á Kambsdali tikið avbjóðingina upp, og sett kósina móti einum finalusigri í morgin.

Alt skúlaárið hava Aman Easy, Verk.fo, Revocat og Jam-music arbeitt við sínum verkætlanum, og í morgin verða úrslitini løgd fram.

Kappingin er skipað soleiðis, at næmingarnir sýna síni hugskot fram á básum í SMS og fara at leggja teirra virkisætlanir fram fyri dómaranevndini. Harafturat fara tey at presentera hugskotini live á pallinum frá kl. 15:00.

Kl. 16:00 verður vinnarin av Ungt Virki 2011 avdúkaður.

Í dómaranevndini sita umboð fyri Vinnuhúsið, Eik, Íverksetarahúsið og Navia.

Ungt Virki er ein skúlakapping, sum Handilsskúlin í Marknagili tók stig til fyri 10 árum síðani. Í dag er tað Íverksetarahúsið, sum samskipar kappingina.